Stjørnan skal aftur royna seg

Fyrra dystin vann makedonska liðið við 28-20, og tí verður trupult hjá Stjørnuni at vinna seg víðari.

Tað er tó eingin ivi um, at klaksvíkarkvinnurnar aftur hesa ferð fara á vøllin fyri at vinna, og við eitt sindur minni av nervum er eisini møguleiki fyri hesum.