Eftir tapið fyri VB seinast, fekk Stjørnan aftur skútuna á beint, tá tær høvdu vitjan av Kyndli leygardagin.
Tað var ongan tíð væntandi, at Kyndil skuldi gera nakað heilt stórvegis við Stjørnuna. Spælararnir á heimaliðnum høvdu heldur ikki stórvegis trupulleikar av dystinum, har tær stútt og støðugt hildu gestirnar væl aftan fyri seg, soleiðis at tey bæði stigini vórðu fingin til høldar.
Stjørnan er við sigrinum ájøvn hinum báðum oddaliðunum í FM-endaspælinum í Sunset-kappingini, meðan Kyndil við ongum stigi er niðasta liðið í hesum bólkinum.
Øll fýra liðini eru tó vís í hálvfinaluplássum, men tað er lítil ivi um, at tey samstundis ynskja sær oddasessin. Uttan at taka nakað frá Kyndli, so eru tær á pappírinum væl veikasta liðið í bólkinum, og tað má tí roknast sum greiður fyrimunur hjá fremsta liðnum at spæla hálvfinalu móti grøna havnarliðnum. Hartil fær vinnarin av teirri hálvfinaluni fyrimunin av heimavølli í eini møguligari triðu hálvfinalu.
Tíverri hava vit ikki móttikið dómaraseðilin fyri dystin, so eingi hagtøl eru skrásett.