Hondbóltur
Tá kappingarárið endar við FM-finalu, ber sjálvandi illa til longu nú at geyla nakað lið upp til FM-favoritt.
Men Sjtørnan setti í gjár eina tjúkka striku undir, at tær heilt víst ikki fara at forera nakað sum helst burtur í ár.
VB hevur í fleiri ár átt eitt av sterkastu hondbóltsliðunum í landinum, og í mun til undanfarin ár tykist hópurin nakað breiðari nú.
Men hetta munaði tó lítið móti Stjørnuni, sum frá fyrsta bríksli setti seg á dystin sunnudagin. Við buldur og braki vunnu tær sær eina fimm-mála leiðslu mest sum alt fyri eitt, og tann munin megnaði VB ongan tíð veruliga at kvetta tað allar minsta niður.
Tað er hugsandi, at hetta eisini er úrslit av drúgvu fyrireikingunum, sum Stjørnan hevur havt til Europa-Cup, og at tær tí eru sterkari kropsliga enn hini liðini. Men tað setir enn eina ferð stjørnuna í fremstu røð, har tær eru liðið, sum hini skulu vigast ímóti, um vónirnar skulu vera til metal úr fínasta slag.
Fakta um dystin
VB-Stjørnan 20-28 (9-13)
10 min: 3-4
20 min: 3-9
40 min: 11-20
50 min: 17-24
Málskjúttar: VB: Daiva Toumaite 7(2), Bára Mortensen 6, Lina Andriulytw 2(1), Gurið Mortensen 2, Rannvá Augustinussen 1, Laila Jespersen 1, Una Egilsdóttir 1
Stjørnan: Durita Christophersen 9(3), Simona D. Petersen 5, Una Olsen 4(1), Dianne Møller 3, Bára S. Klakstein 2, Anna Kristina samson 2, Durita Ljósstein 2, Judith Hansen 1
Brotskøst: VB 4, Stjørnan 5
Útvísingar: VB 3, Stjørnan 3
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr