Stjørnan orkaði betur

Beinanvegin í seinna hálvleiki útbygdi Stjørnan leiðsluna, ið var vunnin fyri hálvleikssteðgin, og so var oddadysturin hjá teimum báðum bestu liðunum í Sunset-kappingini longu avgjørdur

HONDBÓLTUR

Tjaldur fekk sín fyrsta ósigur hetta kappingarárið, tá kvinnurnar úr Runavík seinnapartin í gjár vitjaðu Stjørnuna í Klaksvík. Framvegis er tó einki avgerandi broytt á stigatalvuni, tí har eru hesi bæði liðini framvegis púra leys av øllum hinum. Einasti munurin er, at nú hava Tjaldur og Stjørnan sama stigatal, men at Tjaldur enn eigur oddasessin, tí málúrtøkan er fýra mál betri.
Í gjár var Stjørnan annars fimm mál betri, tá avtornaði, men tað var nú Tjaldur, ið kom betur frá byrjanini í dystinum. Tað tóktist fyrstu løtuna, sum hevði Stjørnan trupulleikar við at fáa skil á sínum egna verjuspæli, umframt at tað ikki var sørt, at nervar sóust á heimaliðnum.
Men tá so nakrar justeringar blivu gjørdar, fór at ganga betur. Annika Ljósstein kom inn í verjuna, og tað munaði beinanvegin. Stjørnan fekk strítt seg upp á javnt, Tjaldur fór framum av nýggjum, men so setti Stjørnan seg á dystin – fór framum og læt ongantíð Tjaldur aftur sleppa upp í part.
Serliga síðstu fimm minuttirnir av fyrra hálvleiki og teir fyrstu 10 av seinna hálvleiki høvdu avgerandi týdning fyri, at Stjørnan fekk sett Tjaldur upp á pláss. Fyrst legði Stjørnan seg tvey mál framum fyri steðgin, og beint eftir steðgin økti heimaliðið um leiðsluna, so Tjaldur ongantíð kom afturíaftur.

Durita góð á vonginum
Tá Tjaldurskvinnur komu aftur á vøllin eftir hálvleikssteðgin, sá venjarin, Bogdan Burcea, sera uppgevandi út og stóð langt frá bonkinum. Úti á vøllinum tóktist sama máttloysi gera vart við seg, og í seinna hálvleiki bendi einki á, at Tjaldur trúði uppá, at nakað kundi gerast við Stjørnuna.
Kanska var tað eisini ivasamt, um Tjaldur kundi gjørt nakað við Stjørnuna heldur, og serliga tóktist tað sum ein sera skilagóð avgerð hjá Stjørnu-venjaranum, Morten Hust Petersen, at seta Duritu Christophersen á høgra vong, tí har royndist hon framúr væl. Hon skoraði upp á allar sínar møguleikar á vonginum og var eisini toppskjútti hjá Stjørnuni við sjey málum!
Sum dystinum leið, kom eisini til sjóndar, at konditiónin hjá Stjørnuni eftir øllum at døma er eitt ella tvey stig framman fyri hana hjá Tjaldri, tí tá Stjørnan setti ferðina upp, var einki um Tjaldur. Stjørnan hevði orku at gera skjótt av og eisini at brúka skjótálop, men slíkt var ikki at síggja hjá gestunum, ið heldur ikki megnaðu at skunda sær fram eftir vøllinum, hóast tað fleiri ferðir eydnaðist at pilka bóltin frá Stjørnuni í álopi.
Sum vant var Adina Petrea toppskjútti hjá Tjaldri, men Stjørnan hevði so gott tjóður á henni, at tað bara bleiv til fýra mál í hennara lut í Klaksvík í gjár. Og tá einki lá fyri hjá henni, var eingin annar, ið kundi lyfta í hennara stað, so tí gjørdist hetta á ongan hátt ein dystur, Tjaldur fer at minnast væl aftur á. Men ávaringina hevur liðið nú fingið frá Stjørnuni, ið hevur enn fleiri streingir at spæla uppá, enn liðið fekk víst hesa ferð!

FAKTA um dystin

Stjørnan-Tjaldur 20-15 (10-8)
10 min: 2-2
20 min: 4-5
40 min: 13-8
50 min: 16-11
Málskjúttar
Stjørnan: Durita Christophersen 7, Valentina Suciu 4, Simona Petersen 3, Joan M. Djordjevic 2, Edith Hansen 1, Bára Skaale Klakstein 1, Annika Ljósstein 1, Durita Mikkelsen 1
Tjaldur: Adina Petrea 4, Cornelia Rimbu 3, Heidi Sevdal 3, Annika Thomsen 2, Mary-Ann Isaksen 1, Jóhanna í Króki 1, Sarah Ann B. Thomsen 1
Brotskøst: Stjørnan 2, Tjaldur 2
Útvísingar: Stjørnan 5, Tjaldur 7
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen