Leirvíkstrolararnir Stjørnan og Polarhav, sum royna eftir gulllaksi landa í dag, teir hava 110 tons í part. Stjørnan landar í Vestmanna og Polarhav landar í Runavík, har gulllaksurin verður koyrdur til Leirvíkar og arbeiddur á Tavuni.
Stjørnan og Polarhav byrjaðu gulllaksafiskiskapin tíðliga í mai, tað hevur viðrað serliga væl í ár, tí er eisini nógv komið burturúr.
Gulllaksafiskiskapurin plagar at vara septemburmánaða út.










