Fiskivinna
Ísfiskatrolararnir úr Leirvík, Stjørnan og Polarhav, hava gjørt ein rimmar túr.
Skipini landaðu í Saltangará hósdagin og høvdu tilsamans 275 tons, fyrst og fremst upsi. Hetta eru 550.000 pund, ið man vera ein tann størsta ísfiskalastin í nøgd, sum landað er í Føroyum.
Veiðan er seld fyri stívliga 6 krónur í miðal fyri kilo, og tað gevur eitt landingarvirði, sum liggur um 1,6 miljónir krónur.
Hetta gevur aftur ein manningarpart, sum er stívliga 30.000 krónur.
Rokfiskiskapur
Skipari á Stjørnuni hendan túrin var leirvíkingurin, Hjalti Eliasen, sum býr í Havn, og skipari á Polarhavi var fuglfirðingurin, Jørmund Olsen.
Stjørnan og Polarhav fóru út næstsíðsta mánakvøld, og í eitt heilt samdøgur lógu skipini og andøvdu, tí veðrið var so vánaligt.
Hjalti Eliasen sigur, at skipini høvdu tann góða fiskiskapin eysturi á Slættanum, teir rópa, sum er eystur av Fugloyarbankanum.
- Vit fingu meginpartin av veiðini trý tey seinastu samdøgrini; tá fingu vit eini 350.000 pund tilsamans. Hetta var stórur og góður upsi, meginparturin 3’arar og heilt fitt av 2’arum.
Hann sigur, at av samlaðu veiðini vóru eini 50.000 pund onnur fiskasløg, eitt nú hýsa, toskur og havtaska.
Spurdur, hvussu tað gekst at arbeiða so stórar nøgdir undan, tá veiðan var so stór tríggjar teir seinastu dagarnar, sigur skiparin, at tað var eingin trupulleiki.
- Vit tóva vanliga í einar 7-8 tímar hvørja ferð, og tað tekur bert 4-5 tímar hjá manningini at arbeiða fiskin undan so hvørt.
Stjørnan og Polarhav hava tvær kryvjimaskinur umborð í part, og hetta er ein veldugur lætti hjá manningini.
Hjalti sigur, at teir rættiliga komu í eitt ”rend” av upsa á Slættanum, og vanligt er, at upsin á hesi leiðini – hesa tíðina av árinum – er stórur og góður.
- Tá ið tað frættist um góðu veiðina, komu fleiri skip, og at enda vóru fleiri skip á leiðini eystur av Fugloyarbankanum. Eisini lemmatrolarar, sum annars royndu vesturi á Rygginum, komu hendanvegin, sigur hann.
Á ytri leiðini
Skiparin sigur, at henda leiðin kemur undir ytri leiðirnar, og tað merkir, at tríggir veiðidagar telja sum ein dagur.
Tilsamans 14 mans eru við Stjørnuni og Polarhavi hvønn túrin.
Skipini eru longu farnir útaftur, men hendan túrin er Hjalti í landi.
Janus Olsen úr Rituvík er maðurin, sum er í hansara stað, og stýrimaður við Stjørnuni er Henry á Reynatrøð. Hann var eisini við roktúrin, og hann er aftur við hendan túrin, sum júst er byrjaður.










