Ísfiskatrolararnir úr Leirvík, Stjørnan og Polarhav, hava ført mangan trivaligan fongin til lands, og hósdagin vóru teir í Saltangará við eini last, sum man teljast millum tær størstu upsalastirnar, sum landaðar eru í Føroyum Veiðan vá 275 tons, sum er heili 550.000 pund. Skipini seldu fyri góðar 6 krónur í miðal fyri kilo, og tað gevur eitt samlað søluvirði upp á umleið 1,6 miljónir krónur. Hetta gevur aftur ein manningarpart, sum liggur omanfyri 30.000 krónur.
Skipari á Stjørnuni hendan túrin var leirvíkingurin, Hjalti Eliasen, sum býr í Havn, og skipari á Polarhavi var fuglfirðingurin, Jørmund Olsen.
Stjørnan og Polarhav fóru út næstsíðsta mánakvøld, og í eitt heilt samdøgur lógu skipini og andøvdu, tí veðrið var so vánaligt.
Hjalti Eliasen sigur, at teir høvdu tann góða fiskiskapin eysturi á Slættanum, teir rópa, sum er eystur av Fugloyarbankanum.
- Vit fingu meginpartin av veiðini trý tey seinastu samdøgrini; tá fingu vit eini 350.000 pund tilsamans. Hetta var stórur og góður upsi, meginparturin 3?arar og heilt fitt av 2?arum.
Hann sigur, at av samlaðu veiðini vóru eini 50.000 pund onnur fiskasløg, eitt nú hýsa, toskur og havtaska.
Stjørnan og Polarhav hava tvær kryvjimaskinur umborð á hvørjum skipi, og hetta er ein veldugur lætti hjá manningini.
Hjalti sigur, at teir rættiliga komu í eitt ?rend? av upsa á Slættanum, og vanligt er, at upsin á hesi leiðini ? hesa tíðina av árinum ? er stórur og góður.
- Tá ið tað frættist um góðu veiðina, komu onnur skip, og at enda vóru fleiri skip á leiðini eystur av Fugloyarbankanum. Eisini lemmatrolarar, sum annars royndu vesturi á Rygginum, komu hendanvegin, sigur hann.
Skiparin sigur, at henda leiðin kemur undir ytri leiðirnar, og tað merkir, at tríggir veiðidagar telja sum ein dagur.
Tilsamans 14 mans eru við Stjørnuni og Polarhavi hvønn túrin.
Skipini eru longu farnir útaftur, men hendan túrin er Hjalti í landi.
Janus Olsen úr Rituvík er maðurin, sum er í hansara stað, og stýrimaður við Stjørnuni er Henry á Reynatrøð. Hann var eisini við roktúrin, og hann er við aftur hendan túrin, sum júst er byrjaður.