Neistin skal fáa stig í sínum seinasta landskappingardysti í hesum kappingarárinum. Tjaldur fekk eitt stig burtur úr heimadystinum móti Stjørnuni.
Tjaldur kann fáa 37 stig í alt. Neistin kann fáa 38 stig í alt. Tapir Neistin fyri Stjørnuni tann 10. apríl, og Tjaldur vinnur á VB og VÍF, fara kvinnurnar úr Runavík í finaluna.
Stjørnan skal spæla móti VÍF, StÍF og Neistanum.
Oddadysturin millum Tjaldur og Stjøruna endaði 24-24.
Verjumúrurin stóð væl hjá báðum liðum. Tað var í álopsspælinum, at liðini høvdu tað trupult. Adina Petrea, Tjaldur, var mansvard í stórum løtum av dystinum, men hon fekk fleiri mál.
VB vann við 12 málum á Kyndli í høllini á Hálsi í dag. Úrslitið var 36-24.
Neistin vann 26-17 á StÍF í gjár.
Stigatalvan:
1. Neistin ? 23 dystir, 36 stig
2. Stjørnan ? 21 dystir, 35 stig
3. Tjaldur ? 22 dystir, 33 stig
4. VB ? 22 dystir, 24 stig
5. Kyndil ? 23 dystir, 14 stig
6. VÍF ? 21 dystir, 7 stig
7. StÍF ? 22 dystir, 5 stig