Neistin er enn við í oddastríðnum í SMS-deildini aftaná 28-22 sigurin á Stjørnuni í KÍ-høllini norðuri í Klaksvík. Í steðginum var Neistin á odda 14-10.
Ingunn Kristina Persson gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við seks málum. Fríða á Dunga, Stina Madsen og Marjun Danberg skutu allar fýra mál hvør. Tóra Eliasen og Mina Sirdal gjørdust toppskjúttar hjá Stjørnuni við seks málum hvør.
Fyrr í dag vann VÍF 30-19 (19-6) á StÍF á Skála. VÍF hevur 11 stig, H71 hevur 10 stig, Neistin hevur 9 stig og Kyndil hevur fýra stig. Stjørnan hevur trý stig og aftast er StÍF við einum stigi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr Hilmar Jan Hansen siga frá dystarendanum. Claus Rasmussen var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Ingunn Kristinu Persson.
3) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við annan av toppskjúttunum hjá Stjørnuni, Tóru Eliasen.
4) Hoyr Claus Rasmussen taka samanum dystin.










