Kappingin millum trý tey fremstu liðini í kvinnuhondbóltinum er framvegis hørð, nú runt roknað fimm umfør eru eftir. Tjaldur og Stjørnan hava 30 stig og Neistin 28, so her kann framvegis alt henda.
Serliga avgerandi er tað hjá Stjørnuni at vinna sín dyst sunnudagin, tá VB vitjar í Klaksvík. Vágskvinnur hava argað dúgliga, og hóast tær fyri viku síðani taptu fyri Neistanum, er ikki vist, at tær ikki kunnu arga meira.
Tjaldur hevur frí um vikuskiftið, men Neistin hevur heimavøll ímóti VÍF, so helst koma tær bláu eisini upp á 30 stig. Triði dysturin er í morgin á Skála millum StÍF og Kyndil.
KÍF kann nærkast
Mestsum alt kappingarárið hevur KÍF verið tað liðið, ið hevur ligið best fyri í kappingini um at sleppa at spæla FM-finalu ímóti Neistanum, ið mestsum má sigast at vera í einum klassa fyri seg.
Í kvøld hava kollfirðingar gyltan møguleika at styrkja sær um hesa støðu, tá teir spæla í Klaksvík ímóti botnliðnum, Team Klaksvík, tí sunnudagin skal triðfremsta liðið, VÍF, á útivølli spæla ímóti Neistanum.
KÍF eigur á pappírinum at vera stórfavorittur í Klaksvík, og Neistin er á heimavølli eisini favorittur ímóti VÍF. Tí skal vera løgið annað, um KÍF eftir hetta umfarið ikki er fimm stig framman fyri VÍF – og tá eru bara átta stig eftir at spæla um.