HONDBÓLTUR
Hóast tey flestu eru á einum máli um, at Stjørnan er ein av tveimum favorittum at enda í FM-finalunum til várs, samstundis sum líknandi vónir neyvan verða settar unga VÍF-liðnum, so vísti dysturin í Vestmanna í gjár, at tað er ikki so víst, at allir dystir verða so lættir hjá betru liðunum, sum stigatalvan annars kundi givið ábendingar um.
Tá avtornaði, vann Stjørnan sín sigur við fimm málum, men tað var ikki fyrr enn síðstu 10 minuttirnar, at tað eydnaðist gestunum at sleppa ordiliga frá vertunum, ið stríddust væl og av øllum alvi royndu at liva sum longst í dystinum.
Joan Midjord Djordjevic skoraði bara tvey mál í Vestmanna í gjár, men afturfyri vóru tað tvey sera týðandi mál, tí tey gjørdu avgerandi munin í einari løtu, har tað tóktist, sum VÍF misti takið eitt lítið sindur. Bæði málini komu í sama minutti, og tá hon hevði skotið tað seinna, var Stjørnan á odda 22-17, samstundis sum bara 10 minuttir vóru eftir.
Undan tí hevði dysturin verið rættiliga javnur. Í fyrra hálvleiki slapp Stjørnan avstað í eina løtu og var á odda 9-5, men VÍF kom sterkt aftur og legði seg á odda 10-9, áðrenn Stjørnan aftur gjørdi eitt hál fyri steðgin og somuleiðis legði betur út í seinna hálvleiki. Men munurin gjørdist ikki størri enn trý mál tað mesta av seinna hálvleiki, og tað var ikki sørt, at henda ótryggjaða støða gjørdi spælið hjá klaksvíkskvinnum nervøst og trilvandi í løtum.
So skal eisini sigast, at tá Stjørnan endiliga fekk lagt sjógv millum seg og VÍF, sást munur á mestsum beinanvegin. Ikki minst, tí ungu VÍF-kvinnurnar ikki høvdu tol til at gera álopini liðug, men skundaðu sær so nógv, at einki kom burturúr – og tað ofta endaði við atsókn í hinum endanum.