Stjørnan hevur øll árini verið partur av Klaksvíkar Ítróttarfelag, men tað kann skjótt verða søga.
Tapta sakarmálið móti Tony Paris hevur enn einaferð sent KÍ í djúpa fíggjarkreppu, og hendan rakar ikki bara fótbóltin. Tí endin kann væl verða, at hondbólturin eisini noyðist at tøma sín kassa, um kreditorar skulu gera úttøku í ognum felagsins. Og tað er ein støða, sum tey í Stjørnuni ikki vilja hava.
- Nú høvdu vit fund í gjárkvøldið. Og vit hava so 14 dagar til at viðgera málið og finna útav, um neyðuga fíggingin kann útvegast.
- Men ber hetta ikki til, so er ein møguleiki sjálvandi, at hondbólturin tekur seg úr KÍ og stovnar egið felag, sigur Kristoffur Ragnarsson, formaður í Stjørnuni.
Um hetta verður gjørt, fær tað ikki stórvegis ítróttarligar avleiðingar fyri Stjørnuna. Reglurnar fyri konkursviðgerð av einum hondbóltsfelag eru nevnliga ikki eins strangar, sum tær eru fyri fótbóltsfeløg, sum tá skulu byrja av nýggjum í lægstu deild.