Stjørnan køvdi Neistan

Neistin megnaði ongantíð at leggja Stjørnuna ordiliga aftur um seg í dystinum í Klaksvík, og móti endanum kom Stjørnan so væl við, at tað enntá eydnaðist at fara fram um Neistan, áðrenn javnleikurin varð tryggjaður í evstu løtu.

HONDBÓLTUR-KVINNUR

Neistin, sum eina viku frammanundan hevði koppað sterku grannunum úr Kyndli, noyddist sunnudagin at taka til takkar við javnleiki á útivølli móti Stjørnuni í Klaksvík.
Ein partur av orsøkini kann vera, at Neistin undirmetti uppgávuna móti liðnum hjá klaksvíkskvinnum, sum fyri ikki so langari tíð síðani ivaðust í, um tær yvirhøvur fóru at fáa manna lið til nakran dyst.
Undirmeting var kortini ikki øll orsøkin, tí serliga í verjupartinum røktu tær hjá Stjørnuni sína uppgávu til lítar. Eitt nú fekk Simona Dziugyte bara tvey mál, sum ikki vóru brotskøst, og Súna Mørk var als ikki millum málskjúttarnar.
Serstakliga miðverjan spældi væl saman við málverjanum Agne Masoniede, sum tók sær av tí mesta, ið kom inn um verjuna ? eisini úr síðunum.
Helst hóskaði tað heldur ikki Neistanum serliga væl, at Stjørnan alla tíðina ? sum oftast við góðum úrsliti ? royndi at fáa ferðina á spælinum niður. Neistin mundi eiga flestu skjótálopini í dystinum, men tey góvu verri enn so altíð mál av sær.
Longu eftir fyrra hálvleik hevði Stjørnan víst tenn, tí bara tvey mál vóru á muni. Og hóast Neistin í seinna hálvleiki fór bæði fýra og fimm mál framum, kom Stjørnan sterkt aftur móti endanum.
Í næstan tíggju minuttir stóð fast hjá Neistanum, meðan Stjørnu-kvinnurnar fingu seks mál á rað og løgdu seg á odda. Neistin svaraði aftur, men fekk kortini ikki forðað Stjørnuni í at javna í seinasta minuttinum, so liðini fingu eitt stig í part burturúr.

Dysturin í tølum:
Stjørnan-Neistin 15-15 (6-8)
Málskjúttar:
Stjørnan: Danijela Ercevic 6, Una Olsen 5, Natasja Stamenkovic 2 (1), Súsanna Hansen 1, Davina Sundskarð 1
Neistin: Mildrið Jacobsen 5, Simona Dziugyte 4 (2), Rakul Augustinussen 3 (2), Ata Høgnadóttir 2, Bjørg Patursson 1
Brotskøst: Stjørnan 1, Neistin 6
Útvísingar: Stjørnan 1, Neistin 3
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Petur Skel Dahl