Stjørnan køvdi meistaraliðið

Hondbóltur: Tætti dysturin endaði við, at styrkta Stjørnuliðið vann við tveimum málum

Meistaraliðið úr Kyndli fall í fyrsta umfarinum av nýggju landskappingini í hondbólti. Dysturin í Klaksvík móti Stjørnuni í Klaksvík endaði við sigri til heimaliðið.

Sigurin hjá Stjørnuni kom til høldar, uttan at liðið spældi fram úr væl. Klaksvíkskvinnur gjørdu tó allatíðina tað, sum var neyðugt fyri at halda seg frammanfyri. Hvørjaferð Kyndil togaði seg upp á javnt ella fór fram um, setti Stjørnan ferðina upp og tók Kyndil aftur.

Kyndil var á odda 19-18 miðskeiðis í seinna hálvleiki, men tá gjørdi Stjørnan eftir lítlari løtu eitt lop upp á 22-19, og eftir tað kom útiliðið ongantíð fyri seg aftur.

Tað vóru við hvørt trupulleikar við álopsspælinum hjá Stjørnuni, har samanspælið millum nýggja jugoslaviska venjaran og hinar í bakketuni ikki riggaði allatíðina. Fleiri dømi vóru tó um, at Stjørnan fer at njóta gott av góða bólteyganum hjá Vesnu Tomajek, men eftir bara nakrar dagar í felagnum er samanspælið við hinar á liðnum als ikki tað, sum tað fer at verða seinni í kappingini.

Vongspælið hjá Stjørnuni var gott. Kvika Andryana Milodanovic, sum eisini er úr Jugoslavia, skoraði fimm ferðir úr høgru síðu, og hinumegin fekk Anna Kristina Samson fýra mál.

Eisini Rakul N. Joensen hjá Kyndli vísti gott spæl á vonginum, meðan stórskjúttin Lotte Sørensen, sum var mansvard fittan part av dystinum, skoraði 10 ferðir ? fimm ferðir við brotskasti.

Í seinna hálvleiki, tá Stjørnan staðfesti sigurin, var tað serliga í verjuspælinum, at tær fingu betur tak á Kyndli. Johanna Mikkelsen gjørdi nakrar týðandi bjargingar, og seinastu 20 minuttirnar fekk Kyndil bara tvey mál.

Stjørnuliðið vísti, at tað hevur tað, sum skal til, fyri at klára seg í toppinum í kvinnudeildini, og við sigrinum á meistaraliðnum í fyrsta umfarinum er botnurin lagdur.



Stjørnan-Kyndil 23-21 (16-14)

Stjørnan: Vesna Tomajek 6 (2), Andryana Milodanovic 5 (1), Anna Kristina Samson 4, Simona Hansen 3, Annika Ljósstein 2, Sólva Eystberg, Joan M. Joensen, Beinta Klakkstein.

Kyndil: Lotte Sørensen 10 (5), Rakul N. Joensen 5, Jórun Ludvig 2, Ann Hansen, Palma Petersen, Beinta Sørensen, Jensia Petersen.

Dómarar: Kristian Johansen og Hjalmar Petersen