Útvarp Føroya hevur givið út fløguna Stjørnan ið hvarv. Orð og løg byggja á ævintýrsøguna, ið var evnið í jólakalendaranum hjá útvarpinum í 2002.
Katrin Nolsøe Joensen og Kári Sólstein hava skrivað søguna, ið fer fram í ævintýrlandinum Regnum. Niclas Johannesen og Lena Andersen hava gjørt tónleikin. Fleiri kendir tónleikarar luttaka á fløguni, og Eyðun Johannesen er frásøgumaður. Edvard Fulgø hevur gjørt kápumyndina og prýtt húsan.
Stjørnan í hvarv fæst kring alt landið, og er ein góð jólagáva til bæði børn og vaksin.