Stjørnan hongur í

VÍF byrjaði dystin betur, men við Simonu Petersen á odda vendi Stjørnan dystinum og vann dystin 23-20. Tær liggja framvegis á deildum 2. plássi

Stjørnan hevði tørv á báðum stigunum fyri at halda fast í veruligu FM-vónini, tá ið tær vóru á vitjan í Vestmanna sunnudagin. Hóast heimaliðið kom betur frá byrjan, so var tað Stjørnan, ið setti dagsskránna. Við Simonu Petersen á odda, sum skeyt átta mál, vendi Stjørnan dystinum til sín fyrimun stutt undan hálvleikssteðginum. Hálvleiksstøðan var 14-11 til Stjørnuna.

VÍF – Stjørnan 20-23 (11-14)

VÍF: Agnas Olsen (5) Elisa Leo (5) Liljan Djurhuus (5) Jóhanna Gunlaugsdóttir (2) Annika Poulsen (2) Halla Durhuus (1)

Útvísingar: 3x2min.

Stjørnan: Simona Petersen (8) Corina Demetrea (5) Lovisa Lassen (4) Una Olsen (3) Bára S. Klakstein (2) Judit Hansen (1)

Útvísingar: 4x2min.