Kvinnuhondbóltur
Tey bæði feløgini, sum undan kappingini tóktust hava størstar trupulleikar at manna kvinnuliðini, vóru uttan iva VB og Stjørnan, men nú kappingin nærkast endanum, er hetta í øllum førum ikki nakað, sum sæst aftur á stigatalvuni.
Her er VB einsamalt í oddinum við beinari kós móti FM, og nú hevur Stjørnan eisini eisini eitt heiðursmerki í hondini.
Í øllum førum vann Stjørnan týdningarmikla dystin móti Kyndli, ið eisini hevði møguleikan at vinna seg á triðja plássið, um tað eydnaðist teimum at vinna dystin.
Tað gjørdu tær ikki, og yvir høvur má sigast, at tað var rættiliga skjótt greitt, hvønn vegin tað bar. Heimaliðið var omaná í mest sum øllum í fyrra hálvleiki. Heilt skjótt vunnu tær eina hampulig leiðslu, og so líðandi varð hendan útbygd, uttan at Kyndil fekk gjørt stórvegis við hetta.
Og í seinna hálvleiki tóktist gongdin bara at halda fram. Eitt skifti var munurin komin upp í átta mál, men so varð ferðin sett niður.Kyndil fekk strítt seg nakað inn í aftur dystin, men nærri enn teimum fýra málunum, sum vóru á muni at enda, komu tær ikki.
Enn livir bronsan
Við sigrinum syrgdi Stjørnan fyri, at tað nú verða tær og so StÍF, sum skulu stríðast um bronsuna. Her hevur StÍf við einum dysti fleiri helst betru kortini. Ikki minst tá Stjørnan komandi vikuskifti skal royna seg í Vági, men enn er møguleikin í øllum førum har, og tað er ikki so galið hjá einum liði, sum undan kappingini bara hevði sum mál at halda sessinum í deildini.
Hjá Kyndli tykist hinvegin, sum hetta var seinasti møguleikin at vinna heiðursmerki. Enn hava tær tó tveir dystir, og kunnu sostatt koma upp á 17 stig, og tað kann vísa seg at verða nóg mikið, men so skal nógv annað eisini fella í rættlag hjá liðnum.
Dysturin í tølum
Stjørnan-Kyndil 29-25 (18-12)
Málskjúttar:
Stjørnan: Bára S. Klakkstein 8, Daniela Ercevic 8(1), Natasha Stamenkovic 7, Una Olsen 4, Joan M. Joensen 1, Jastrid Gullaksen 1
Kyndil: Sonja Smiljic 9(5), Annika Ljósstein 6, Iliana Manolescu 6, Marjun Tróndarson 2, Annika Thomsen 1, Jensia Petersen 1
Brotskøst: Stjørnan 1, Kyndil 5
Útvísingar: Stjørnan 2, Kyndil 1
Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen