HONDBÓLTUR
Stjørnan var stórfavorittur undan dystinum, tá tær tóku ímóti Kyndli sunnudagin. Undan dystinum lógu tær nevniliga á 1. plássi, meðan Kyndil var a finna á 4. plássi. Dysturin bleiv tó ikki heilt so lættur fyri Stjørnuna, sum nógv helst høvdu roknað við.
Kyndil spældi sín møguleika
Sjálvt um flest øll mundu vænta, at Stjørnan fór at vinna henda dystin, so var tó einki fyrstu løtuna, sum bendi á, at Stjørnan fór at fáa ein lættan dyst. Kyndil sá út til at hava fyrireikað seg væl til uppgávuna, og tær fingu eisini nógv betri byrjan uppá dystin.
Kyndil legði seg á odda mest sum alt fyri eitt, og serliga verjuspælið hjá grøna havnarliðnum var gott fyrstu løtuna. Tær megnaði nevniliga at halda Stjørnuni vekk frá málinum í eina góða løtu, og eftir 10 minuttir førdi Kyndil 4-0.
Eftir 12 minuttir fekk Stjørnan so endiliga sítt fyrsta mál, og nú kom glið á spælið hjá sigursvanda felagnum úr Klaksvík. Ikki gekk so lang tíð, so stóð á jøvnum millum liðini. Tey fylgdust eisini væl at síðstu løtuna av fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru til hálvleiks førdi Stjørnan við einum máli.
Eingin ivi
Var nakar ivi um úrslitið í fyrra hálvleiki, so var allur ivi vekk 10 minuttir inn í seinna hálvleik. Tá hevði Stjørnan nevniliga lagt seg á odda við 7 málum, og so var alt so gott sum avgjørt.
Kyndil royndi eftir førimuni at kempa seg innaftur í dystin, og tær komu eisini niður á 5 mál, men nærri sluppu tær ikki. Móti endanum av dystinum økti Stjørnan enn meir um munin, og tá dómarin floytaði fyri síðstu ferð, hevði Stjørnan vunnið dystin við 11 málum.
Við sigrinum halda tær fast um oddasessin í bestu kvinnudeildini, meðan Kyndil stendur í stað á fjórða plássi.
Fakta
Stjørnan – Kyndil 32-21 (12-11)
Málskjúttar:
Stjørnan: Una Olsen 9, Anna K. Samson 6, Alina Olaru 6, Simona Petersen 5, Durita Christophersen 3, Bára S. Klakstein 2, Louisa Andreasen 1
Kyndil: Lina Andriulyte 7 (2), Randi Wardum 5, Jórun Ludvig 4, Brynhild Klein 2, Kari Ann Petersen 1, Ronja Mikkelsen 1, Súsanna Petersen 1
Brotskøst: Stjørnan 1, Kyndil 3
Útvísingar: Stjørnan 7, Kyndil 5
Dómarar: Kartin Joensen & Kristjan Joensen










