Coca-Cola kappingin
Tað var ikki sørt, at Stjørnan fekk ein skelk, tá tær týskvøldið vóru á Skála, har tær spældu fjórðingsfinalu í steypakappingini.
Hetta skuldi kanska ikki vera meira enn ein avgreiðsluspurningur, um metast skuldi eftir avrikunum í landskappingini. Og tað var kanska eisini júst hetta, sum tær hjá Stjørnuni hildu, tó at tær fingu annað at síggja.
Hildu í 59 minuttir
StÍF hevði nevnliga takið á klaksvíkskvinnunum at kalla allan dystin. Frá fyrsta bríksli løgdu tær nógv fyri, og so líðandi fór eisini at dragna millum liðini á máltalvuni. Í hálvleikinum vóru soleiðis fýra mál á muni, og stutt inn í seinna hálvleik varð hetta økt upp í seks mál.
Stjørnan tók tá nakað av ferð á, men hvussu tær enn royndu, so sluppu tær ikki fram um mótstøðuna. Somikið nógv stóð á hjá favorittunum, at tað ikki var fyrr enn 20 sekund fyri leiklok, at tær fingu javnað leiðsluna hjá heimaliðnum, og harvið tryggjað sær møguleikan í longdari leiktíð.
Her var Stjørnan stinnara liðið, og ivaleyst mundu tey í Klaksvík draga andan nakað lættari, tá tað hóast alt varð greitt, at møguleikin í steypakappingini ikki varð tveittur burtur.
Á Skála munnu tey tó iðra seg. Tey høvdu stórfavorittarnar á knøunum í mest sum samfullar 60 minuttir, og tí fær tað ikki verið annað enn eitt vónbrot, at tær so kortini máttu taka til takkar við einum heiðurligum ? men nyttuleysum ? tapi.
Dysturin í tølum
StÍF-Stjørnan 25-28 eftir umdyst. 23-23 (16-12) í regluliga dystinum.
Málskjúttar:
StÍF: Ileana Moanolescu 7(2), Alina Olaru 6, Poula Olsen 6, Anna Maria Berthelsen 3, Anna B. Danielsen 2
Stjørnan: Joan M. Joensen 10(1), Simona Dziugyte 7(2), Anna Kristina Samson 6, Bára Skaale 3, Jastrid Gullaksen 2
Brotskøst: StÍF 3, Stjørnan 4
Útvísingar: StÍF 2, Stjørnan 1
Dómarar úr KÍF: Jákup Dam & Vagnur Johannesen.