Fyrireikingarnar av eini sending um irakiska valið lógu enn í kroppinum, tá eg fór at hyggja at stjørnusendingini, Guðrun Sólja skuldi verða við í. Hugsaði um hetta valið, hvørs endamál var at sameina samansetta landið Irak. Fylgdi við fyrstu sangarunum, men teir søgdu mær einki. Knappliga trínur Guðrun inn á pallin, spontana frøin á áskoðarunum er størri enn til hini og hon byrjar fantastiska Lennon lagið Imagine. So nógv sál og erlig trúgv verða løgd í orð Lennons, at eg hesa løtu ikki ivist í, at hvør sunnimuslimur í Irak fór sannførdur á val, um Guðrun og ikki Bush bað hann ella hana. Orðini úr dreymi Lennons um frið og ikki kríggj millum átrúnað og fólkasløg, tykjast at verða perfekt til henda dag.
Onkur av hinum luttakarunum høvdu eitt gjøgnumført undirhaldsshow við villari upptraðkan. Í ikki alt ov stóra upptøkuhølunum, fór ein at ivast í um Guðrun hevði verið ov friðarlig, tá hon í síni egnu dreymaverð sang hetta heilt fantastiska lagið. Men hennara máti at syngja og verða á pallinum, setur fokus á sangin, røddina og tekstin og so kann tað ikki gerast betri.
Tá Guðrun kemur fram aftur at syngja, sum vinnari, er huglagið á áskoðaraplássinum einastandandi, eg verið hesa løtuna sannførdur um, at gentan av Tvøroyri eigur eina so fantastiska rødd at tað ikki bert rúmast sum norðurlendskt støði, hon hevur heilt einfalt star quality til heimspallin.
Aftaná tiltakið er sonevnt afterparty, har møguleiki hjá tíðindafólki er at fáa samrøður við luttakarnar. Eg geri avtalu við pressustjóran hjá DR og umboðsmannin hjá Guðruni um hetta.
Aftaná at Guðrun hevði greitt okkurt og sungið Imagine enn einaferð, settu vit okkum at práta eina løtu. Og lat tað verða sagt beinanvegin, Guðrun bilsnaði meg almikið. Hon er friðarlig og lítillátin, men tað er eyðsæð, at hon hevur eina serliga virðing millum øll hesi fólkini, sum eru her frá tónleikavinnuni. Umframt at verða ein framúrskarandi songkvinna, tykist tað sum hon hevur ein serligan status, sum umboðandi Føroyar í donskum showbusiness og hon kann, tí rødd hennara ber so einastandandi nógv. Guðrun er ikki bert ein songkvinna, hon kann meira og við eitt skilti eg, at Imagine er ein perfektur sangur til hennara.
Eg fáist mest við samfelagsviðurskifti og ikki tónleik og spurdi tí hvat hon heldur um Føroyar og Danmark, og hvussu hon kennir seg hesum viðvíkjandi, kanska serliga nú fólkatingsval er.
Hetta við loysing og samband segði Guðrun, at tað er fyri hana ov torført at taka støðu til, tí góð argumentir eru á báðum síðum, men at hon kennir seg væl í Danmark og følir ábyrgd í at umboða Føroyar og metir eisini at fólk virða hana sum føroying.
Spurd um hvat hon helt um at vera føroyingur í tí donsku undirhaldsverðini, sigur hon at hon trívist væl. Tað er eingin ivi um, at hon er ein sterk føroysk tvøroyrargenta við báðum beinunum á jørðini. Hon sigur seg dáma væl lívið, hon livur av tónleiki. Hinvegin er alt ikki so øðrvísi frá javnaldrunum á Tvøroyri, tí ein stórur partur tekur útbúgvingar í Danmark og kemur hon nógv saman við føroyingum í Keypmannahavn, sigur hon róliga og vísur á, at hon syngur bara og hevur tað gott.
Hvat við heiminum spyrji eg hana. Rótfesta Guðrun svarar, at hon hevur tað gott sum lívið koyrir nú. Hon hevur nokk at gera, men eisini tíð til annað enn tónleik, til at slappa av og njóta lívið. Hon sigur seg verða bangna fyri at satsa ov nógv, kanska ov bangna, men hon er mest bangin fyri at missa seg sjálva burtur, um alt hóvastákið sum eitt altjóða gjøgnumbrot helst hevur við sær, tí heldur hon at tað kann bíða við at leggja seg eftir einum altjóða gjøgnumbroti. Hon vísir eisini á, at yrkisleiðin ikki er nakað hon hevur tráað eftir, men nakað sum er eins og komið, síðan hon eftir áheitan frá onkrum kenningi meldað seg til stjørnusendingina. Hon hevði havt ein dreym um at fáa okkurt burturúr lívinum, men sum hon sigur so meistarliga, ?eg gekk bara í student og elskaði at sova?. Skemtandi fylgdi eg hesu útsøgn og spurdi, um dreymurin hjá henni so ikki var at fáa pening fyri at syngja í svøvni. Hon svarar mær, at tá hon stendur á pallinum, er hon eins og í eini dreymaverð, so tað fær hon faktiskt, orðini frá Imagine við røddini hjá Guðrun spæla aftur inni í høvdinum og eg má bert viðganga, at Guðrun er so rólig og kann hvíla so nógv í síni rødd, at hon hevur møguleikan at taka tingini sum tey koma, hon er eitt fantatiskt natúrtalent og ein imponerandi persónur, sum við styrki heldur fast um sín samleika av Tvøroyri og úr Føroyum. Tað, at hon heldur fast um hvat hon er, er tað sum gevur henni styrki og sum ger, at hon er nakað serligt í donskum showbusiness. Meðan Imagine leggur upp til samstarv, við orðum Lennons, sum var serstakliga politiskur, leita tankarnir úr Irak og til Føroya. Um Guðrun nú sang Imagine fyri løgtingslimunum, kundi tað kanska fingið teir at samstarva meira, soleiðis at vit, sum eitt nýmótans fólkaræði, endiliga fingu tjóðskaparligar semjur í politiskum stórmálum, ímynda tær tað. Imagine.