Stjørnan fyri seg

Stjørnan-Kyndil 35-25 (18-15)

Stjørnan hevur framvegis kósina beint móti eini FM-finalu. Og helst eisini eini hondbóltsgreipu afturat.

Í dag var tað Kyndil, sum fekk kærleikan at kenna, og heldur ikki tær megnaðu at gera tað heilt stóra við meistararnar úr Stjørnuni.

Hóast verjan hjá heimaliðnum ikki var heilt uppi á tærnum hesaferð, so megnaðu tær støðugt at skjóta nóg nógv mál, og so var tað rættiliga avmarkað, hvat Kyndil fekk gjørt.

Bestu málskjúttar hjá Stjørnuni vóru Simona Petersen og Durita Christophersen, sum skutu 10 mál hvør. Jacklin Durhuus skeyt 8 mál fyri Kyndil.