Stjørnan í finaluni eftir gysara

Við javnleiki 19-19 í høllini á Hálsi í kvøld er tað greitt, at Stjørnan er annað liðið í Coca Cola-steypakappingini hjá kvinnum.

 

Neistin var á odda at kalla allan dystin og var eisini á odda 12-10 í hálvleikinum, og hóast bæði verju- og málmansspæl teirra var á høgum støði, so vóru tær ikki tilsvarandi avgjørdar í álopspartinum og máttu at enda kasta leiðsluna og finaluplássið frá sær. Guðrun á Lágabø, sum varð innskift síðsta partin av dystinum, stóð sera væl og tók tey fáu skotini, sum komu frá einum nervadarvaðum Neista-álopi.

 

Stjørnan bardi seg upp á javnt 19-19 og vardu væl fyri einum seinasta Neista-álopi, sum annars kundi tryggjað teimum finaluplássið. Stjørnan vann fyrra dystin 25-24 heima í Klaksvík og sleppa tær tískil í finaluna við einum samanløgdum 44-43 sigri.

 

Mótstøðuliðið í finaluni verður annaðhvørt VB ella Kyndil. Hesi liðini møtast í seinnu hálvfinaluni í annaðkvøld kl.20 í høllini á Hálsi. Við 25-21-sigri í fyrra dystinum er tað VB, ið hevur fyrimunin.