Coca-Cola kappingin ? kvinnur
Eftir at tær í fyrra dystinum høvdu vunnið 27-23 á VB, var tað fullkomuliga upp til Stjørnuna, um tær fyri fyrstu ferð í trý ár skuldu tryggja sær sess í steypafinaluni.
Alt annað enn eitt tap upp á fýra mál ella meira sendi tær beint í steypafinaluna, og við hesum sum barlast fóru tær á vøllin í VB-høllini.
Eingin vandi
Tað skuldi skjott vísa seg, at tað ikki var stórvegis vandi fyri, at Stjørnan skuldi missa leiðsluna hendan dagin.
Frá fyrsta bríksli vóru tað tær, sum vóru við yvirlutan, og tó at munurin ikki var hin stóri, so tók tað so spakuliga at dragna millum liðini. Ikki minst tí Stjørnan fekk nógv betri gongd á týdnignarmikla vongspælið enn VB, sum eisini hevur hendan partin av spælinum sum eina av avgjørdu sterku síðunum.
Í seinna hálvleiki tóktist góða gongdin hjá gestunum bara at standa við. Við fullari ferð runnu tær nú frá VB, og tá munurin var størstur, var hann heili seks mál. Seinastu korterið ella so eydnaðist tó VB at minka nakað um munin, men meira enn kosmetiskan týdning fekk hetta ongantíð. Stjørnan hevði endiliga tryggjað sær finalusessin, sum tær ætlaðu sær bæði í fjør og fyrraárið, og so er spurningurin, hvussu tað fer at hilnast, tá tær eftir øllum at døma skulu royna seg móti VÍF í finaluni.
Áhugaverd finala
Uttan at taka nakað frá VB, sum tvey ár á rað hevur verið í finaluni, so má tað fyri spenningin sigast at vera gott, at Stjørnan nú er í finaluni.
Hóast VÍF sjálvsagt eru stórfavorittar í øllum heimligum dystum, so er tað tó Stjørnan, sum hevur givið teimum dyggastu mótstøðuna tey bæði seinnu árini, og báðu ferðirnar liðini hittust í grundspælinum, var talan um hampuliga javnar dystir.
Tá talan so eisini er um eina steypafinalu, so plagar at verða tikið til, at alt kann henda, og í Klaksvík síggja tey helst hetta sum størsta møguleikan á árinum at taka VÍF. Hvørt hetta fer at eydnast, er so ein heilt onnur søga.
Dysturin í tølum:
VB-Stjørnan 22-24 (7-10). Stjørnan víðari við samanlagt 51-45
Málskjúttar:
VB: Gabriella Fekete 5(2), Leila Jespersen 5, Gurið Mortensen 4, Regina Radó 4(1), Eyðbritt Krosslá 2, Durita Rouch 1, Sólrun Krosslá 1
Stjørnan: Andrijana Milodanovic 8, Simona Dziugyte 6(4), Joan M. Joensen 4(1), Bára Skaale 3, Anna Kristina Samsons2, Jastrid Gullaksen 1
Brotskøst: VB 3, Stjørnan 5
Útvísingar: VB 1, Stjørnan 3
Dómarar úr VB/TB: Egill Steintórsson & Birgir Dimon.










