Stjørnan-VB 23-22 (8-13)
Hondbóltur
Tað er einki at ivast í, at tað vóru tey bæði næstbestu kvinnuliðini í landinum, sum skuldu dystast, tá VB vitjaði í Klaksvík leygardadgin. Oddasessurin hevur í langa tíð verið lagdur inn í ognina hjá VÍF, men silvurdysturin hevur alla tíðina verið beinharður.
Stjørnan fekk ein fyrimun í hesum, tá tær tíðliga í grundspælinum vunnu útidystin móti VB, men nú høvdu tær úr Vági so møguleikan at taka hetta aftur.
Mistu alt
Fyrsta hálva tíman var eisini líkt til, at tað var júst hetta, sum VB ætlaði sær at gera.
Tær vunnun sær eina lítla leiðslu, og tá tær aftur ryktu miðskeiðis í hálvleikinum, kundu tær fara til hálvleiks við eini fimm mála stórari leiðslu.
Stjørnan hevur tó áður megnað at vunnið á júst VB, hóast mótstøðuliðið hevur veirð fleiri mál á odda, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki var eisini líkt til, at tað skuldi eydnast teimum at taka gestirnar aftur.
Áðrenn nakran vardi, høvdu tær strítt seg upp á javnt, men luftin mundi fara úr teimum, tá VB so svaraði aftur við at skjóta fýra mál á rað.
Tað eydnaðist tó enn eina ferð hjá heimaliðnum at toga seg upp, og sum um tað ikki var nóg mikið, megnaðu tær eisini at leggja seg framum, tá einir fimm minuttir restaðu av dystinum.
Hesa ferð megnaði VB ikki at svara aftur, og úrslitið gjørdist tí ein tepur sigur til Stjørnuna, sum eftir øllum at døma tryggjaði sær silvurmerkini við júst hesum sigri.
Hava mist nokk
Venjarin hjá Stjørnuni, Rógvi Nielsen, tóktist eisini at vera væl nøgdur um, at tað eydnaðist Stjørnuni at vinna týdningarmikla heimadystin. Ikki minst, tí tað sá somikið svart út miðskeiðis í dystinum.
- Sum so spældu vit ikki so illa fyrra hálvleiki. Serliga í verjuni riggaði spælið hjá okkum, men hinvegin gekst meira enn striltið at skora. VB vardi væl, og tær dugdu eisini sera væl at nýta høvdið í álopspælinum, soleiðis at vit ikki fingu fatur á so nógvum, hóast eina væl virkandi verju.
- Í seinna hálvleiki royndu vit at trýsta ferðina uppeftir, og hetta eydnaðist eisini. Vit fingu fatur á teimum rættiliga skjótt, og so var dysturin aftur púra opin, greiðir Rógvi frá.
Tá vit at enda spurdu hann, um hann helst, at liðið við hesum hevði tryggjað sær silvurmerkini, svaraði hann, at tað roknaði hann so avgjørt við.
- Vit skulu missa onkur býtt stig, um tað ikki skal eydnast, og skal eg vera púrasta erligur, so haldi eg, at vit hava tveitt nóg nógv burtur, sum er, sigur stjørnuvenjarin at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Dziugyte 10(6), Annika Ljósstein 5, Joan M. Joensen 3, Andriana Milodanovic 3, Una Olsen 2
VB: Andrea Lütz 8, Regina Radó 4(1), Gurið Mortensen 3, Mary Krosslá 3, Kristina Holm 2, Margreth Augustinussen 1, Eyðbritt Krosslá 1
Brotskøst: Stjørnan 8, VB 3
Útvísingar: Stjørnan 1, VB 1
Dómarar úr StÍF: Poli Hansen og Alexandur Johansen









