Stjørnan-VB 25-21
Favorittarnir lótu ongan tíð nakran veruligan iva vera um, at tær skuldu í finaluna.
Eftir trygga 28-22 sigurin í Vági tóktist dysturin í Klaksvík at vera ein avgreiðsluspurningur. Og tó at VB sjálvandi gjørdi sítt, so megnaðu tær ikki at hótta Stjørnuna, sum nú meddar eftir at endurvinna fyrsta partin av greipuni, sum tær jú vunnu í fjør.