Kvinnuhondbóltur
Tapið móti VB skuldi vaskast burtur. Tað vóru greiðu boðini frá Stjørnuni, tá tær mikukvøldið fóru til Havnar at spæla móti Kyndli, og tann setningin røktu tær væl og virðiliga.
Í mun til so nógvar aðrar dystir hjá Stjørnuni í ár, so vóru spælararnir hesa ferð tendraðar frá fyrsta bríksli. Verjan fekst alt fyri eitt at koyra, og tí hevði Kyndil sera trupult við at gera nakað sum helst fyrstu longu løtuna. Verjuspælið hjá Kyndli var hinvegin heldur ikki heilt av vegnum, men tá vertirnir bara skutu tvey mál fyrsta korterið, so byrjaði dysturin longu at koppa.
Trý brotskøst á rað
Stjørnan tóktist heldur ikki at vilja slaka nakað, hóast munurin ikki var heilt so eyðsýndur seinna korterið undan steðginum.
Eftir steðgin skuldi sigurin bara koyrast heim, og tað varð hann so eisini uttan stórvegis dikkedarir. At Kyndil á vegnum loyvdi sær at misnýta trý brotskøst innan fyri tveir minuttir, gjørdi ikki uppgávuna hjá Stjørnuna truplari, og sum dysturin leið, gjørdist spurningurin bara, hvørt talan skuldi gerast um veruligan stórsigur.
Tað gjørdist tað tó ikki. Heldur ikki hóast Kyndil seinastu løtuna gjørdi óvanliga nógv mistøk, tá møðin eisini fór at gera um seg. Men við áttu málum var eingin ivi um vinnaran, og tað gav aftur Stjørnuni høvið at seta seg á oddasessin í Sunset-kappingini.
Fakta um dystin
Kyndil-Stjørnan 19-27 (7-13)
Málskjúttar
Kyndil: Lina Andriulyte 6(2), Ronja M. Mmikkelsen 4(1), Anja Heinadóttir 3, Jórun Ludvig 2, Barbara Egilstrøð 1, Jacklin Durhuus 1, Eydna Apol 1, Brynhild Klein 1
Stjørnan: Alina Olaru 8(5), Durita Christophersen 7, Simona Petersen 3, Anna Kristina Samson 3, Joan Midjord Djordjevic 2, Hansa Mikkelsen 1(1), Una Olsen 1, Maria við Neyst 1, Annika Biskopstø 1
Brotskøst: Kyndil 7, Stjørnan 6
Útvísingar: Kyndil 2, Stjørnan 2
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen