Stjørnan fær rumenskan landsliðsleikara

Vágaportalurin skrivar, at Durita Christoffersen ikki fer at spæla hondbólt í Klaksvík komandi kappingarár. Tískil er sáttmáli skrivaður við Valentina Suciu

Kristoffur Ragnarson, formaður í Stjørnuni, váttar fyri Vágaportalinum í dag, at Valentina Suciu skal spæla við felagnum í komandi kappingarári. Hon er 28 ára gomul, og hevur í alt spælt 10 landsdystir fyri Rumenia. Hon hevur á yrkisleiðini roynt seg sum hondbóltsleikara í Íslandi, Italia, Týskandi og Rumenia, har hon hevur spælt seinasta árið.

Suciu skal ætlandi loysa av Duritu Christoffersen, sum ikki fer at spæla hondbólt.