Stjørnan er víðari

StÍF og Stjørnan spældu í gjár fjórðingsfinalu í Coca-Cola kappingini í hondbólti. Og sum væntað gjørdist tað Stjørnan, sum vann seg í hálvfinaluna. Hetta við tryggum 30-18 sigri. Dysturin varð mest sum avgjørdur fyri steðgin, tá Stjørnan vann seg upp á 14-6, og so gjørdist seinni hálvleikur at kalla avgreiðsluspurningur. Besti málskjúttin hjá Stjørnuni var Simona Petersen við 10 málum. Rebekka Justinussen skeyt 6 av málunum hjá StÍF.