Hálvleiksstøðan var 15-09 til Stjørnuna, og munurin bara øktist.
Kyndil royndu at svara aftur, men ikki gekk, tá álopsspælið varð merkt av ov skjótum avgerum, og tekniskum feilum.
Stjørnan kundi hinvegin bara økja um munin, tá teirra álopsspæli ikki bilti eitt einasta petti.
Stjørnan hevur nógvar ótrúliga góðar leikarar, og ein av hesum hevur í so gott sum hvørjum dysti gjørt um seg. Tað er Simona Petersen.
Í dag skoraði hon tólv av málunum, og harvið var hon við til at avgera finaluna.
Fyri Kyndil skoraði Jacklin Durhuus átta mál.