Hóskvøldið taka tær ímóti Neistnaum, og í fyrru hálvfinaluni var eingin slingur í stjørnuvalsinum. Henda dystin vann Stjørnan við 16 málum, og tí hava liðini bara æruna at spæla fyri henda dagin. Stjørnan hevur meir enn annað beinið í finaluni, og ilt er at ímynda sær, hvussu Neistin fer at megna at seta seg upp til ein slíkan dyst, har tær slett yvirhøvur einki hava at spæla um.










