Tað er stórur fagnaður í KÍ høllini í løtuni. Eftir intensa og í løtum spennandi triðju og avgerandi finaluna um FM heitið í kvinnuhondbólti hevur Stjørnan við 17-13 sigri á Neistanum tryggjað sær FM heitið fyri triðju ferð á rað. Neistin, sum annars hevur vunnið nógv flest FM í kvinnuhondbólti, hevur ikki vunnið FM síðani 1997.
Stjørnan legði í dag fyri sum eitt ódnarveður, og var á odda 3-0 og 4-1, áðrenn Neistin kom á talvuna.
Lise Hjort Hansen var væl uppløgd aftanfyri Stjørnu verjuna, ið var nógv tættari, enn hon var Skírisdag og serliga týsdagin, tá ið Neistin vann fyrstu finaluna 30-24 í høllini á Nabb. Stjørnan vann Skírisdag 24-21 í KÍ høllini.
Í dag var Fríða Petersen sannur brandur í Neista málinum, og hon megnaði leingi at halda spenninginum. Meðan Stjørnan skifti út so at siga alla tíðina, so vóru somu Neista spælararnir á vøllinum mest sum alla tíðina. Tað mundi vera orsøkin til, at orkan hjá Neista kvinnunum seinnapartin av 2. hálvleiki gekk meiri undan, enn hon gjørdi hjá heimaliðnum, sum í avgerandi løtuni vísti seg at hava meiri royndir enn annars viljasterku og hart arbeiðandi Neista kvinnurnar.
Nógvu heimaáskoðararnir fegnast nú í KÍ høllini, meðan Neista áskoðararnir eru á veg út á Skála, har Neista menninir hava møguleika at vinna FM. Fyrsta bríkslið í tí uppgerðini verður klokkan 16.30.










