Stjørnan endar í Vági

Endaspælið í Sunset-kappingini er nú lagt til rættis. Her hava teir fýra FM-biðlarnir seks dystir at prógva, at júst tær skulu vera partur av dystunum, sum fara at avgera, hvar føroyameistaraheitið í kvinnuhondbólti skal enda í ár

Hondbóltur

Hondbóltssambandið hevur nú boðað frá, hvussu spælt verður í endaspælinum í Sunset-kappingini.
Her eru liðini í FM-endaspælinum Stjørnan, VB, Neistin og Kyndil. Og stendur tað til kappingarnevndina, so verða tað helst Stjørnan og VB, sum fara at stríðast um tey bæði fremstu plássini. Eisini hóast Neistin í grundspælinum hevði hug at kílað seg ímillum hesi.
Men hvussu víkir og vendir, so bendir alt á, at Stjørnan er stórfavorittur til gullilð.Í grundspælinum taptu tær bert ta einu ferðina - móti Kyndli - men við sigrum á bæði Neistanum og VB staðfestu klaksvíkskvinnurnar, at tær higartil hava verið sterkasta liðið í kappingini.

Neistin til próvtøku
Hvørt Neistakvinnurnar aftur í endaspælinum megna at seta kílar í í so máta, fæst kanska eisini ein ábending um longu fyrsta umfarið. Tá skal Neistin nevnliga á vitjan í Klaksvík, og í næsta umfarinum er tað so VB, sum kemur á vitjan í Havn.
Við byrjan í FM-endaspælinum hevur einki av liðunum nakað stig við sær, og tí fara fyrstu tvey umførini allar helst at geva eina sterka ábending um, hvørji lið verða partur av finaludystunum, sum skulu avgera kappingarárið.
Hóast Kyndil hevur víst, at tær hava evni at arga tey ovaru, so er lítil ivi um, at tær grønu allar helst verða við skerdan lut í endaspælinum. Men bara við at røkka hesum er einki at ivast í, at fyrsta málið í kappingarárinum er rokkið hjá teimum grønu.

Botnstríðið
Meðan tey fýra ovaru liðini stríðast fyri FM-møguleikanum, so er tað niðurflytingarvandin, sum stendur fremstur í huga hjá niðaru liðunum.
Her tykist VÍF at hava sterkasta liðið, men tað er so nakað, sum skal standa sína roynd seinastu seks dystirnar hjá liðnum. Tí hvørki StÍF, Søljan ella Tjaldur munnu fara at lata nakað frá sær við góðum seinastu dystirnar. Tjaldur hevur enn ikki vunnið sær nakað stig í ár, men við styrkinum, sum liðið fekk í grundspælinum, eru fortreytirnar fyri framburði í øllum førum til staðar.
Søljan og StÍF hava fyrst og fremst satsað upp á egið fólk í ár, og so er spurningurin, hvørt hetta fer at røkka hjá teimum báðum. Her er væl hugsandi, at seinasti dysturin hjá teimum báðum liðunum fer at vísa seg sum avgerandi. Tá hittast partarnir nevnliga á Giljanesi, og so fer tað at vísa seg, hvørt taparin av hesum dystinum noyðist eina deild niður til komandi kappingarár.
Í øllum førum tykist víst, at talan í bæði grund- og endaspælið verður um nakrar intensar uppgerðir, sum vónandi kunnu fáa liðini at gera sítt ítarsta hvørja einastu ferð.