Stjørnan dominerar

Tá tosað verður um kvinnuhondbólt, so kemst ikki uttanum at tosa um Neistan, ið hevur vunnið Føroyameistaraheitið heili 36 ferðir. Seinastu árini hava meistaraheitini verið spjadd, men tað tykist sum um ein maktfaktorur av teimum heilt stóru er vaksin í Klaksvík

Vinnur Stjørnan FM í ár, er tað teirra triðja á rað, og so er Stjørnan rættuliga komin í gongd, við at stabilisera seg sum eina hóttan móti Neistanum, og teirra ótrúligu mongd av meistaraheitum.


36 ferðir síðan 1943

Føroyskar kvinnur spældu hondbólt fyri fyrstu ferð afturi í 1943, og tað fyrsta árið vann Neistin. Eftir hetta vunnu tær fleiri meistaraheitir, og tá tær í 1952 vunnu sítt fjórða meistaraheitið, vísti tað seg, at ein nýggj tíð var byrjað. Næstu seks árini vann Neistin øll, og við jøvnum millumbilum síðan, hava tær vunnið nøkur meistaraheitir á rað. Tað mesta tær hava megnað at vunnið á rað, er heili nýggju meistaraheitir.

Hetta megnar avrik verður ikki tikið í ár, men við styrkini á Stjørnuliðnum, og um tær megna at fornýggja hópin við ungum talentum, er tað kanska størsta hóttanin móti teimum 36 meistaraheitunum hjá havnaliðnum.

Sjálvt um Stjørnan vinnur í ár, so fara tað at ganga ein rúm tíð, áðrenn riðilin av meistaraheitum hjá Neistanum verður tikin aftur, tí Stjørnan er nummar tvey á listanum yvir vunnin meistaraheitir, og teir hava »bert« seks meistaraheitir. So tann dominansurin broytist í øllum førum ikki við bræði.


Kappingarárið hjá finalistunum

Stjørnan hevur verið so nógv tað sterkasta liðið í føroyskum kvinnuhondbólti í ár, og tær hava bert tapt ein dyst, og spælt ein javnan. Allar hinar 18 dystirnar hava klaksvíkskvinnur vunnið. Teir báðir dystirnar, Stjørnan hevur mist stig í, eru merkisvert nokk báðir móti VB í Vági. Hinvegin hevur tað gingið heldur trilvandi hjá Neistanum, ið tó við innanhýsis sigri móti VB, vann sær finalusessin.

Serliga VB munnu kanska føla seg illa viðfarin av Hondbóltssambandinum, tí í avgerandi næstseinasta umfarinum, vórðu tær settar at spæla ein truplan útidyst á Skaál móti StÍF, og so ein enn truplari og avgerandi dyst móti Neistanum í Havn. Dystin á Skála vann VB 24-23, men í Havn tóktust kreftirnar at vera gingnar undan, og tær taptu tepurt 24-23 móti Neistanum. Sostatt var greitt at Neistin vann sær finalusessin, í staðin fyri VB í ársins FM-finalu.

Í boks:


Innanhýsisdystirnar hjá Neistanum og Stjørnuni í ár:


Neistin-Stjørnan 18-28 (14. oktober 2007)

Stjørnan-Neistin 32-24 (22. desember 2007)

Neistin-Stjørnan 17-32 (20. januar 2008)

Stjørnan-Neistin 34-22 (26. februar 2008)


Í boks:


Vinnarar frá 1943-2007:

Neistin 36

Stjørnan 6

Kyndil 5

VÍF 5

Søljan 5

VB 3

Skála 2

Vípan 2

EB 1