Stjørnan bjóðar av

Faxe Kondi steypahondbóltur: Stjørnan ætlar sær víðari

Ein dystur verður í Faxe Kondi steypakappingini hjá kvinnum í kvøld. Stjørnan, sum er farin at røra upp á seg, tekur móti kvinnunum hjá H71, sum somuleiðis er í menning.

 

Á stigatalvuni er ikki talan um mest spennandi dystin í føroyskum kvinnuhondbólti, men dysturin millum Stjørnuna og H71 í kvøld, er ein dystur millum tvey feløg, ið gera nógv burturúr og vilja nakað.

 

Í Klaksvík er greitt, at Per Klarup heldur fram sum venjari fyri komandi kappingarár. Hann tykist hava fóta Stjørnuni, sum seinnu árini hevur verið í einum aldurdali, íð mun til liðið, sum seks ferðir eftir aldarskiftið vann FM og sjey ferðir steypakappingina. Millum annað tapti Stjørnan bara við trimum móti Kyndli í fyrsta umfari, meðan VB tapti við heili níggju málum.

 

Tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn H71 verður eitt kappingarført lið í bestu deildini hjá kvinnum. Enn eru spælararnir ungir, men grundarlagið er stórt og arbeitt verður málrættað við at menna liðið.

 

Í kvøld klokkan 18.30 fáa vit at síggja hvar í menningini hesi bæði liðini eru.

 

Faxe Kondi steypakappingin – Kvinnur:

Bólkur 2: Kyndil, VB, Stjørnan og H71

 

1. umfar

Mikudagin 18.01.2017 kl. 18.30 Kyndil – Stjørnan 28-25

Mikudagin 18.01.2017 kl. 18.30 VB – H71 28-20

 

2. umfar

Sunnudagin 22.01.2017 kl 14.30 Kyndil – VB 27-18

Týsdagin 24.01.2017 kl. 18.30 Stjørnan – H71

 

3. umfar

Leygardagin 28.01.2017 kl. 17.30 H71 – Kyndil

Sunnudagin 29.01.2017 kl. 15.00 VB – Stjørnan

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil25543124
2VB24647-12
3Stjørnan12528-30
4H7112028 -80