Sunset-kappingin
Fimm dystir vórðu spældir í kvinnukappingini um vikuskiftið. Upprunaliga var talið sjey, men heldur ikki hetta vikuskiftið fekk Tjaldur avgreitt sínar dystir, og fyribils stendur eitt stórt spurnartekin fyri, hvussu verður við dystunum hjá runavíkskvinnunum í vetur. Soleiðis sum kappingin er skipað, ber í øllum førum illa til at kroysta skipanina enn meira saman, og tí má ein greiða útmelding skjótt koma, hvørt dystirnir skulu spælast ella ikki.
Av hinum fimm dystunum vórðu í seinasta lagi framdar nakrar broytingar í skipanini, og tí varð skráin als ikki soleiðis, sum vit høvdu lagt upp til í vikuskiftisútgávu okkara.
Skráin var tó óbroytt á tann hátt, at mest spennandi uppgerðin framvegis gekk fyri seg í Vági, men ú var tað Stjørnan og ikki Neistin, sum var á vitjan.
Og her eydnaðist Stjørnuni at vinna ein sannan arbeiðssigur, eftir VB annars hevði verið á odda í steðginum. Sum dysturin leið, so fekk Stjørnan tó eitt alt betri tak á dystinum sum heild og serstakliga Daivu Toumaite. Og tað gav eisini úrslit at enda.
Saman við Stjørnuni hevur Neistin nú lagt seg á odda. Bláu havnarkvinnurnar høvdu hesa ferð vitjan av Søljuni, og tann dysturin gjørdist ongantíð spennandi. Fyri steðgin gjørdi Neistin kanska ikki so nógv burturúr, men 21-2 í seinna hálvleiki varð alt so ruddiliag sett upp á pláss.
Leygardagin var høllin á Hálsi karmur um uppgerðina millum Kyndil og VÍF, og tann dysturin var nakað nógv meira spennandi. Her hevði VÍF leingi eitt sera gott tak á, men liðið tóktist skelkað, tá Nikolina Eyðbjørnsdóttir varð flutt á sjúkrahúsið við nøkrum, sum líktist einum álvarsligum knæskaða. Samstundis fekk Kyndil alt betri fatur á Ioanu Rápa, og so kundu tær grønu fegnast um, at málið um eitt pláss í ovara endaspælinum ikki tykist heilt veruleikafjart.
VÍF reistist tó aftur sunnudagin, tá tær vitjaðu á Skála. Her vunnu tær gulu ein tryggan sigur, soleiðis at tær framvegis eru væl við í dystinum um fjórða plássið.
Og loksins kann eisini staðfestast, at eisini StÍF slapp á talvuna. tí syrgdu tær fyri leygardagin, tá tær vitjaðu á Giljanesi, og eisini har gjørdist talan um tryggan útisigur.
Úrslitini:
Kyndil-VÍF 24-21 (11-14)
Søljan-StÍF 21-26 (8-10)
VB-Stjørnan 19-22 (10-8)
Neistin-Søljan 33-14 (12-9)
StÍF-VÍF 19-28 (10-14)










