Hondbóltur
Lagt var upp til ein spennandi dyst í endaspælinum hjá kvinnum, tá ið oddaliðið Stjørnan sunnudagin var á vitjan hjá Neistanum í Havn. Men tað var skjótt, so høvdu kvinnurnar úr Klaksvík víst, hví tær eru oddalið.
Ferð á beinanvegin
Tær reyðklæddu kvinnurnar úr Stjørnuni høvdu ongar ætlanir um at taka sær av løttum í dystinum móti Neistanum sunnudagin. Tær vóru tendraðar frá fyrsta bríksli, og tað gekk ikki long tíð, so høvdu tær lagt sjógv ímillum seg og heimaliðið. Neistaliðið bleiv tikið á bóli av skjóta álopsspælinum hjá Stjørnuni, og skotini fuku um oyruni hjá Helenu í málinum hjá Neistanum.
Eftir fyrstu tjúgu minuttirnar av dystinum hevði Stjørnan lagt seg á odda við átta málum, 16-8, og so var dysturin í veruleikanum avgjørdur. Tað tóktist sum um oddaliðið hevði eitt gear meiri enn Neistin, og serliga væl lá fyri hjá Stjørnuni at revsa neistakvinnurnar, tá ið hesar høvdu mist bóltin í álopi. Tað var eitt-tvey-trý, so høvdu kviku kvinnurnar úr Klaksvík skorað í hinum endanum.
Eftir at Stjørnan hevði lagt seg trygt á odda, dovnaði dysturin fullkomiliga. Neistin royndi at gera nøkur sprell viðhvørt, men hvørja ferð svaraði Stjørnan aftur. Tá ið komið var til hálvleiks vóru gestirnir á odda við sjey málum, 19-12.
Hálvleikur uttan spenning
Seinni hálvleikur var meiri at kalla ein avgreiðsluspurningur. Tað tóktist sum um bæði liðini høvdu staðfest, at dysturin var avgjørdur, og tískil ráddi bara um at fáa hann avgreiddan.
Gaman í royndu liðini at gera onkran vørr, og høvdu vengurnir hjá Stjørnuni verið eitt sindur meiri neyvir, hevði sigurin hjá klaksvíkingum verið væl størri, enn hvat hann var. Tað skal eisini sigast, at Helena Dam Poulsen í málinum hevði fleiri góðar bjargingar.
Einu løtuna nærkaðist Neistin nakað, men so gjørdi Stjørnan aftur bart og skoraði fýra ferðir á rað, og so var tann vandin av.
Leikur gekk rættuliga javnt á restina av hálvleikinum, og tá ið tíðin var farin, hevði oddaliðið Stjørnan vunnið ein sera tryggan sigur 34-27!
Stjørnan hevði fleiri hóttanir
Tað var týðuligur styrkismunur á liðunum báðum. Hjá Neistanum er Simona Dzygyte nógv tann vandamiklasti leikarin, og hóast hon bleiv mansvard stórsta partin av dystinum, eydnaðist tað henni at skora heili 12 mál. Hinvegin er álopsspælið hjá Neistanum ógvuliga skert, tá ið Simona verður mansvard, og tað var sjón fyri søgn sunnudagin. Álopini hjá havnarliðnum vóru lang, og mangan sá tað út til, at tær vóru í iva um, hvør skuldi royna seg.
Hjá Stjørnuni hinvegin var heilt øðrvísi. Har vóru tað nógv, ið bjóðaðu seg fram, og tá ið eitt nú Alina Olaru og Katarina Stjepanov blivu mansvardar seint í dystinum, tóku aðrar, eitt nú Joan M. Djordjevic og Anna Kristina Samson, yvir og smekkaðu bóltarnar í kassan.
Hvør tekur Stjørnuna?
Nú endaspælið av álvara er komið í gongd, er trupult at fáa eyga á nakað lið, ið kann hótta Stjørnuna. Komandi sunnudag koma vágskvinnur á vitjan í Klaksvík, og vinnur Stjørnan tá, er neyvan nakar ivi um, at tær gerast føroyameistarar í ár.
Sjálvsagt skal ein ikki taka munnin ov fullan, men staðfestast má, at tað er trupult at ímynda sær, at nakar ger nakað við Stjørnuna. Einasti møguleiki tykist verða VB, men vágskvinnur hava ikki somu breidd sum tær í Stjørnuni, og tað kann vísa seg at gerast avgerandi leikluturin í kappingini um føroyameistaraheitið 2004.
Dysturin í tølum
Neistin-Stjørnan 27-34 (12-19)
Málskjúttar
Neistin: Simona Dzygyte 12(1), Lív Sørensen 4, Ása á Neystabø 3, Lina Audryaryte 2, Susan M. Brockie 2, Marjun Tróndarson 2, Unn Kragesteen 1, Mildrið Jacobsen 1
Stjørnan: Katarina Stjepanov 12(6), Joan M. Djordjevic 6(3), Alina Olaru 5, Annika Ljósstein 4, Una Olsen 3, Anna Kristina Samson 2, Bára Skaale Klakstein 2
Brotskøst: Neistin 4(1), Stjørnan 13(9)
Útvísingar: Neistin 6, Stjørnan 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Hannis Wardum ? eingir trupulleikar av einari yvirkomiligari uppgávu









