Tiltak
Í kvøld, 15. mai klokkan 20, fáa næmingarnir, sum ganga á tónleikabreytini í skúlunum í Runavík og á Toftum, høvi at standa á palli fyri almenninginum og kenna seg sum stjørnur í eitt kvøld.
Týskvøldið royndu tey seg fyri innbodnum fyri fullari fimleikahøll, og hóskvøldið klokkan 20 hevur almenningurin høvi at koma at lurta.
- Í longri tíð hevur verið arbeitt við hesum tiltakinum á tónleikabreytini. Næmingarnir hava fyri tað mesta sjálvir valt sær tey løg, ið teir kundu hugsað sær at framført. Tí er úrvalið av løgum rættiliga fjølbroytt, siga tey, sum skipa fyri.
Sum fylgispæl hava næmingarnir eitt sera gott orkestur, ið telur so frægar tónleikarar sum Høgna Lisberg, trummur, John Mortensen, tangentar, Jákup Olsen, bass og Hjalta Joensen, guitar.
Hesir úrvalstónleikarar hava nýtt nógva tíð at fáa kvøldið so gott og professionelt sum til ber.
Fleiri av næmingunum fara at royna seg sum sangsolistar.
Summir standa á fyrsta sinni á palli og syngja fyri fólki. Nógv hevur verið vant ? bæði saman við tónleikarum og uttan.
Tað er Jóhan Mortensen, lærari á tónleikabreytini, sum hevur fingið hetta tiltakið í lag.
Eitt ávíst samstarv hevur eisini verið við ein part av miðlabreytini á skúlunum báðum.
Næmingarnir hava gjørt videoupptøkur av stjørnunum, sum skulu vísast í samband við framførsluna.
Tiltakið fyri almenninginum verður sum nevnt í kvøld klokkan 20, og tað verður í fimleikahøllini í skúlanum á Glyvrum.
Atgonumerki fáast við dyrnar og kosta 30 krónur.