Stjórn í upploysn

Framgongdin hjá teimum víðgongdu islamistunum í Somalia hevur nú við sær, at landsins stjórn er um at fara í upploysn, skrivar AP úr høvuðsstaðnum Mogadishu.

Í gjár boðaðu fýra ráðharrar frá, at teir høvdu gjørt av at taka seg úr stjórnini, sum hevur dúvað upp á vesturlendskan og serliga amerikanskan stuðul. Sostatt hava 34 ráðharrar nú sagt stjórnini farvæl. Teir fýra ráðharrarnir siga í einari felags kunngerð, at teir kunnu ikki góðtaka, at stjórnin blankt sýtir fyri at tingast við islamistarnar, sum hava tikið ein stóran part av landinum teir seinastu mánaðarnar.

Rokið í stjórnini byrjaði seinasta hósdag, tá 18 ráðharrar løgdu frá sær, og seinasta týsdag valdu 12 aðrir at gera tað sama. Eygleiðarar í Mogadishu halda, at hetta kann rudda slóð fyri, at islamistarnir sleppa upp í stjórnina, men onnur stúra fyri, at islamistarnir ætla sær at taka alt valdið í Somalia.