Regin Hammer, stjóri í TF Holding, hevur onga homing av, hvør fer at sita í nevndini í Eik Banka. Hann sigur, at higartil hevur nevndin í TF Holding bara hugsa um samráðingarnar við Fíggjarligt Støðufesti.
Nú verður farið undir at finna fólk til nevndina.
Regin Hammer tók við stjórastarvinum í Tryggingarfelagnum Føroyar tann 1. januar. Tað verður móttøka fyri fráfarna stjóranum í morgin. Regin Hammer vísir aftur, at tað verður samstundis ein móttøka fyri nýggja stjóranum í Eik.










