Stjórin var skelkaður

Talan var eftir øllum at døma um eina bumbu, sum varð slept í hølunum hjá Kaupthing í morgun

Kaupthing

 

Starvsfólkini hjá Kaupthing vistu av ongum, tá tey møttu til arbeiðis í morgun. So seinast sum í gjár hevði bankin lýsing í bløðunum, har sókt varð eftir tveimum nýggjum starvsfólkum, men tá var avgerðin eftir øllum at døma tikin. Gamlaárskvøld verður Kaupthing Bank bert ein partur av føroysku bankasøguni.

Umframt tíðindaskrivið, sum varð sent út, fingu starvsfólkini kunning frá íslendsku eigarunum, umframt at Peter S. Holm og Marner Jacobsen eisini høvdu sitt at siga á starsvfólkafundi í morgun. Eftir starvsfólkafundin vórðu starvsfólkini ein og ein innkallað til samrøðu, har nýggju eigararnir komu við tilboði um nýggja starvssetan ella við boðum um uppsøgn.

Peter S. Holm, sum hevur stjórnað Kaupthing í Føroyum, síðani Kaupthin Virðisbrævameklarafelag sá dagsins ljós í 2000, var eisini sera fáorðaður, tá vit hittu hann á máli.

- Eg haldi fyrst og fremst, at her eru nøkur starvsfólkaviðurskifti, sum skulu greiðast, áðrenn eg úttali meg um málið, sigur hann.

Stjórin vil einki siga um, nær hann varð kunnaður um broytingina. Men hann tykist skelkaður av støðuni, ið mest sum frá degi til dags hevur broytt tilveruna hjá bæði sær sjálvum og starvsfólkunum.

- Sum sagt, so vil eg ikki siga nakað her og nú. Ikki annað enn tað, at mín framtíð liggur hvørki hjá Eik ella Kaupthing.