Innlendismálaráðið hevur í dag frítikið Jákup Paula Joensen, stjóra á Umhvørvisstovuni, úr tænastu, meðan arbeitt verður við at finna eina loysn á málinum. So leingi, málið verður viðgjørt, eru heimildir stjórans lagdar til Anni á Hædd, deildarstjóra í Innlendismálaráðnum.
Deildarleiðararnir hava verið ónøgdir við leiðsluna hjá stjóranum, og hava heitt á Innlendismálaráðið, um at siga Jákup Paula Joensen úr starvi.
Nú er hann so suspenderaður sum stjóri, meðan málið verður kannað, boðar Innlendismálaráðið frá.