Stjórin testar sjálvur bilar

Eftir at ovasti stjórin hjá Toyota, Akio Toyoda, tók við sum konsernstjóri í juni í ár, hevur hann persónliga testað umleið 200 nýggjar bilar. Forstjórin í heimsins størstu bilverksmiðju, Toyota Motor Corporation, sum hevur yvir 300.000 fólk í starvi kring um í heiminum, er farin so nágreiniliga til verka, at hann persónliga testar fleiri hundrað nýggjar Toyota og Lexus, áðrenn teir verða sendir á marknaðin. Síðan hann tók við sum stjóri í juni ár, hevur hann testað umleið 200 bilar.

Akio er 53 ára gamal og abbasonur Kiichiro Toyoda, sum byrjaði at framleiða bilar í 1937. Høvuðssætið hjá Toyota er í Tokyo í Japan.