- Nevndin í Skyn hevur gjørt fráfaringaravtalu við Jón Simonsen, stjóra. Farið verður undir tilgongdina at finna nýggjan stjóra til meklarafyritøkuna í næstum. Hetta skrivar BankNordik á heimasíðuni í morgun.
- Jón Simonsen og nevndin í Skyn eru komin ásamt um at enda samstarvið, og tískil fer Jón Simonsen úr stjórastarvinum, sum hann hevur røkt síðani 2010. Rune Nørregaard, kredittstjóri í BankNordik, verður fyribils settur stjóri, inntil nýggjur stjóri er funnin, skrivar bankin.
- Skyn hevur seinastu árini ment seg nógv, og úrslitini hava verið sera góð. Jón Simonsen hevur saman við starvsfólkunum í Skyn staðið á odda fyri góðu gongdini, og vit takka honum fyri góða samstarvið og góðu avrikini. Samstundis fegnast vit um, at vit hava ein sera dugnaligan og eldhugaðan starvsfólkahóp í Skyn, og vit hava tí bjartar vónir fyri framtíðina hjá Skyn, sigur Árni Ellefsen, nevndarformaður í Skyn, á heimasíðuni banknordik.fo
Somuleiðis verður upplýst, at søkt verður eftir nýggjum stjóra til Skyn í næstum.