Tað verður stjórin í Sev, sum skal handa náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár.
SEV vann náttúru- og umhvørvislønina hjá Norðurlandaráðnum í fjør, og tískil eigur SEV tørn í ár at handa umhvørvisvirðislønina, staðfestir felagsskapurin í tíðindaskrivi í morgun.
Tað fer fram í DR Konserthúsinum í annaðkvøld, 1. november, har Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, fer at handa vinnaranum í ár virðislønina.
Níggju eru tilnevnd til norðurlendsku umhvørvisvirðislønina í ár. Tey eru úr Danmark, Íslandi, Noreg, Svøríki og Finnlandi.
Í fjør vann SEV norðurlendsku umhvørvisvirðislønina fyri nýbrot á orkuøkinum og málið um 100 prosent grøna elorku í Føroyum í 2030.
Norðurlendsku virðislønirnar verða eisini handaðar fyri bókmentir, barna- og ungdómsbókmentir, film og tónleik. Hóast eingin úr Føroyum er útnevndur innan umhvørvi, eru føroyingar tilnevndir innan tónleik og bókmentir.
Bólkurin, ORKA, er tiltnevndur til tónleikavirðislønina, Bárður Oskarsson er tilnevndur fyri barna- og ungdómsbókmentir, og Carl Jóhan Jensen er tilnevndur til bókmentavirðislønina.
Tónleikur, sangur og gott undirhald er á skránni, tá ið virðislønirnar verða handaðar, og í ár eiga føroyingar aftur sítt íkast, eftir at Eivør Pálsdóttir luttók í Reykjavík í fjør.
Tónlistamaðurin, Sunleif Rasmussen, hevur gjørt lagið til ein nýggjan sonevndan norðurlendskan tjóðsang, Nordika, sum Kim Leine hevur skrivað.
Føroyska Húsakórið í Keypmannahavn fer at framføra nýggja sangin saman íslendska kórinum, Staka, grønlendska Avaat og danska kórinum, Camerata.










