Gegnistrupulleikar
Klæmint Weihe, stjóri í SEV, hevur nú fingið átalu frá stýrinum fyri SEV.
Átaluna fær hann, tí mannagongdin var ikki nøktandi, tá ið SEV keypti eitt neyðaggregat til Vágatunnilin.
Klæmint Weyhe er nevniliga ógegnigur í hesum málinum, tí umframt at vera stjóri í SEV, er hann eisini nevndarlimur í Vágatunlinum.
Og tí átti hann als ikki at tikið lut í innanhýsis viðgerðini í SEV, tá ið elfelagið keypti neyðaggregatið til Vágatunnilin.
Eftir at fjølmiðlar høvdu reist iva um mannagongdina, tá ið neyðaggregatið varð keypt, tók SEV stýrið málið til viðgerðar.
SEV stýrið er komið til tað niðurstøðu, at av tí at SEV stjórin hevði gegnistrupulleikar í hesum máli, átti tað at verðið lagt fyri stýrið.
Men tað hendi ikki og tí fær SEV stjórin átalu frá stýrinum.
Neyvan verið øðrvísi
Annars vísir skrivstovustjórin í SEV, J. P. Danielsen, í einum innanhýsis notati á, at hóast SEV stjórin ikki hevði tikið lut í viðgerðini, hevði niðurstøðan neyvan verið øðrvísi.
-? Allar avgerðir í hesum máli hjá SEV eru tiknar í samráð við stjóran. Hansara ógegni átti at viðført, at hann ikki luttók í málsviðgerðini, sigur J P. Danielsen.
Hinvegin er saksviðgerðin framd av sakkønum fólki á Maskindeildini, og skrivstovustjórin metir ikki, at úrslitið av málinum hevði øðrvísi, um stjórin ikki hevði verið við í málsviðgerðini, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at bæði kommunur, almennir stovnar og privatar fyritøkur hava mangan brúkt serkunnleikan hjá SEV tá ið ymisk útgerð skal útvegast og tað hava tey betalt fyri, eins og SEV hevur havt ein lítlan vinning av tí.
Í notatinum nevnir hann fimm dømi um, at SEV hevur keypt útgerð til ymsar stovnar og feløg. Tað hendi í í sambandi við Vágatunnilin í 1989, í sambandi við Sumbiarbergholið, Kaldbaksbergholið, Flogvøllin og Føroya Tele, men men hetta eru bara fimm dømi burturúr úr eini rúgvu.
Hann sigur, at hesi mál eru ikki løgd fyri SEV stýrið til góðkenningar og tey eru heldur ikki løgd inn í fíggjarætlanina , tí tey stinga seg ofta upp við stuttari freist so tað ber ikki til at rokna við teimum í fíggjarætlanini.
Í øðrum tænastufyritøkum er helst ikki vanligt, at slík mál verða løgd fyri nevndina, hvørja ferð viðskiftafólk skulu avgreiðast og tilfar keypast við víðari sølu fyri eyga.
Óvanlig ætlan gjørdust ein vanlig veiting
Tað er tí siðvenja, at SEV keypir útgerð við víðarisølu til ymisk viðskiftafólk fyri eyga og tað er tí ikki eitt serstakt frávik, at SEV ger tað í sambandi við Vágatunnilin.
Men síðani SEV seinast keypti útgerð til Vágatunnilin er stjórin í SEV blivin ógegnigur í málinum við tað, at hann er blivin nevndarlimur í Vágatunlinum . Og hansara ógegni átti at ført við sær, at hann ikki tók lut í málsviðgerðini.
Hinvegin leggur J. P. Danielsen afturat, at hann hevur skilt, at tað hevur verið upp á tal ímillum stjóran hjá SEV og nevndina í Vágatunlinum, at SEV møguliga skuldi eiga og reka neyðaggregatið móti rokning til Vágatunnilin.
? Um SEV skuldi átt og rikið aggregatið, hevði SEV harvið átikið sær nýggjar veitingarskyldur, sum SEV ikki higartil hevur havt, sigur J. P. Danielsen.
Og eftir at málið hevur verið frammi og umboðsnevnd og stýrið hava sett sevstjóranum fyrispurning um viðurskiftini, verður avtala gjørd tann 7. novembur um at Vágatunlinum skal keypa aggregatið frá SEV.
Men spurningurin um, hvør skal reka tað, er enn ikki avgreiddur.
Skrivstovustjórin í SEV er tískil komin til ta niðurstøðu, at tað var rætt av stýrinum fyri SEV at átala mannagongdina í málinum um neyðaggregatið til Vágatunnilin, tí stjórin átti ikki at havt luttikið í saksviðgerðini hjá SEV av málinum.
Hinvegin heldur hann ikki, at átalan eigur at fevna um tað, at SEV keypti aggregatið fyri Vágatunnilin, tí slík mannagongd hevur verið siðvenja á hesum øki.
Átalan kann heldur ikki fevna um ætlanina um, at SEV skuldi eiga og reka aggregatið, tí endaliga avtalan gjørdist ein vanlig veiting eins og aðrar líknandi veitingar hjá SEV.
Í fjølmiðlum hevur Klæmint Weihe ásannað, at hann hevði gegnistrupulleikar í hesum máli.
Skulu søkja um hjástørv
Samstundis, sum SEV stýrið hevur viðgjørt gegnistrupulleikarnar, hevur tað eisini umrøtt
møguleikarnar hjá leiðslufólkum í SEV at átaka sær álitisstørv onnur álitisstørv afturat SEV.
Samtykt varð, at stjóri og deildarleiðararnir skulu hava loyvi frá stýrinum til at átaka sær hjástørv av ymsum slagi og søkjast skal av nýggjum til SEV stýrið fyri hvørt nýval.
Sí eisini greinina ?Klæmint Weihe heldur fram í Norðoyatunlinum?
'










