Stjórin seinastu 25 árini takkar fyri seg

Stjórin í Føroya Symfoniorkestri, Poul Jákup Thomsen, takkar nú fyri seg eftir 25 ár í sessinum. Hann verður sitandi tað, sum eftir er av árinum og so riggar hann av.

 

Tað boðar hann frá umvegis heimsíðuni hjá Føroya Symfoniorkestri.

 

Poul Jákup Thomsen sigur í síni seinastu heilsan sum formaður, at tað hevur verið ein heiður at verða við øll hesi árini og bygt symfoni orkestrið upp til tað, sum tað var í dag.

 

Hóast grundarlagið ikki er stórt til eitt symfoniorkestur, so hava tey ikki bert megnað at hildið tað við líka, men økt um virksemið.

 

- Vit hava sett stór krøv til tónleikarnar og til Kór Føroya Symfoniorkesturs, sum seinasta ár var upp til upptøkuroynd. Tað hevur ikki altíð verið lætt hjá teimum at liva undir tí áhaldandi trýsti vit í leiðsluni hava lagt á teirra herðar seinastu 25 árini, fyri at røkka teimum málum vit nú hava rokkið. Úrslitið talar fyri seg, og kenna vit í Føroya Symfoniorkestri, at alt Føroya Fólk hevur tikið okkum til sín og heldur at Føroya Symfoniorkestur er teirra orkestur, sigur Poul Jákup Thomsen við heimasíðuni hjá symfoniorkestrinum.

 

Søkt verður eftir nýggjum stjóra í heyst.