Stjórin í SamVit: -Raðfestið rætt

Stjórin á Samvit, Elin Heinesen, mælir politikarunum til at raðfresta rætt í framtíðini, eitt nú at seta nýggjan flogvøll frammaliga, tí sambandið við umheimin er so týdningarmikið fyri framtíðar búskapin Í opnum brævi til Løgtingið og landsstýrið mælir Elin Heinesen politiska myndugleikanum til at raðfesta nýggjan flogvøll fremri enn teir ætlaðu undirsjóvartunlarnar.

Elin Heinesen er stjóri á stovninum Samvit, sum kom ístaðin fyri Ferðaráðið og Menningarstovuna.

Í brævinum til Løgtingið og landsstýrið skrivar hon, at ein tíðarhóskandi flogvøllur má gerast sum skjótast, tí verandi flogvøllur er vánaligur og ótíðarhóskandi.

-Flogvøllurin er ein fløskuhálsur, sum forðar fyri, at vinnulívið her á landi, serstakliga ferðavinnan, mennast, skrivar Elin Heinesen og mælir politikarunum til at raðfesta flogvøllin fram um teir ætlaðu undirsjóvartunlarnar. Hon heitir inniliga á myndugleikarnar um at vera jaligir mótvegis nýggjum vinnum og harvið gera búskapin meira fjølbroyttan. Sí brævið frá Elin Heinesen í Sosialinum í dag.