Elsa Maria Holm Olsen hevur sagt seg úr starvinum sum stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins.
Hon fór í farloyvi fyri einum lítum ári síðan, tá varð varð Allan Skaalum settur í starv sum fyribils stjóri. Og tá ið Allan Skaalum fór í starv hjá Atlantsflog, tók fíggjarleiðarin í Rúsuni, Jógvan Andrias Fosssádal yvir sum virkandi stjóri.
Sostatt skal Rúsdrekkasøla Landsins nú hava nýggjan stjóra.










