-Yes, you are right. We?ve problems!
Soleiðis segði enskt-talandi stjórin í donsku deildini av "Phoenix Kapitaldienst", Claus Schæfer beint eftir middag í gjár.
Allan fyrrapartin høvdu fólk, ið hava sett pening í fyritøkuna, ringt hana ? og hann! - niður fyri at fáa at vita, hvat var á vási. Og ikki minst, um teirra peningur framvegis var í góðum hondum.
Vit tosaðu við telefondamuna, og hon váttaði beinanvegin, at fyritøkan var í trupulleikum. Hon stillaði okkum síðani víðari til ein annan mann, sum ikki vildi upplýsa okkum um, hvussu nógvur føroyskur peningur er í vanda fyri at verða mistur.
Bæði tvey vístu til stjóran. Men hann kundi lítið siga.
- Eg havi úr at gera bara við at taka telefonina, segði hann við Sosialin.
Hann hvørki vildi ella kundi upplýsa, hvussu nógvan pening, ið føroyingar høvdu sett í felagið. Tað yvirlitið hevði hann ikki við hondina.
Claus bað okkum tosa við seg einaferð seinni um kvøldið.
- Men eg kann tó siga so mikið, at fleiri fara at missa pening, segði Claus Schæfer, meðan næsta telefonin lá og bíðaði eftir honum.