Stjórin á MEST farin frá

Eyðfinn Egholm er ikki stjóri í skipasmiðjusamtakinum MEST longur. Felagið kunnger í dag, at Eyðfinn Egholm og nevndin í MEST eru komin ásamt um at enda samstarvið.

Nevndin í MEST sigur á heimasíðu felagsins, at hon fer nú at leita eftir nýggjum stjóra. Inntil nýggi stjórin er funnin, verður núverandi nevndarformaðurin, Frithleif Olsen, fyribilsstjóri fyri samtakinum.

Meðan Frithleif Olsen er fyribilsstjóri, fer hann frá sum nevndarformaður og verður vanligur nevndarlimur. Malan Johansen verður forkvinna í hansara stað, og Peter Brodersen verður næstformaður.